Á skránni eru ikki færri enn 8 luttakarar, sum yvir 4 dystir koma at spýta eld í ringinum. Eisini fer Swangah á pallin at skrúva upp fyri volumuni!
Tveir persónar dystast ímóti hvørjum øðrum. Teir hava fyrireikað og skrivað hvør sín tekst frammanundan, grundað á og ætlað til sín mótspælara. Luttakarunum stendur frítt, hvussu og hvat tey ynskja at siga – einki er ov hart, óreint ella frekt.
iLLtonkt er rátt og uttan filtur. Hetta er ikki fyri særtar sálir, so fyrireiki tykkum til tað besta av tí ringasta í iLLtonkt-ringinum!
Tey, sum koma at munnhøggast, verða kunngjørd seinni. Fylgi við her, og á síðuni hjá Swangah og iLLtonkt fyri nærri kunning.
iLLtonkt verður presenterað av Swangah.
(OBS! FILMSUPPTØKUR)
Tiltakið verður filmað og upptikið. Upptøkurnar kunnu verða brúktar til marknaðarføring, dokumentatión ella onnur viðkomandi endamál. Við at keypa atgongumerki góðtekur tú, at upptøkur av tær kunnu verða brúktar á sosialum miðlum ella aðrastaðni.