Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
08. mai 2025 kl. 18 - 18:01
Hvar
Norðurlandahúsið

Ingesunds Slagverksensemble (SE)

Høli: Klingran
Longd: 60 min

Ingesund Slagtøjsensemble spælir nýggjan tónleik bæði úr Svøríki og Føroyum. Á skránni vera rútmisk og ljómandi løg, sum royna nýggjar leiðir og eru avbjóðandi at spæla á slagverki – m.a. eru fleiri heimsfrumspælingar, sum eru skrivaðar í samstarvi millum tónasmiðir og lesandi úr londunum báðum.

Skrá
Slá í ring – Rúni K. Mouritsen
Eitt verk skrivað fyri kvartett í trimum satsum (Stevið, Lagið og Søgan), sum fer á eina rútmiska og ljómandi ferð við áhoyrarunum.

Nordic Connections – Rolf Landberg
Eitt samljómandi og svingandi verk fyri tónaslagverk, sum er skrivað til Ingesund Slagtøjsensemble. Rolf er leiðarin í bólkinum og undirvísir á Ingesund Musikhögskola.

In Chains – Johan Bodin Eriksson
Eitt dukandi og fjálgt verk eftir svenska slagverksleikaran Johan Bodin Eriksson, sum undirvísir í Härnösand og sum stendur fyri størstu undirvísingarskipanini fyri ungar slagverksspælarar í Svøríki.

Frumframførslur
Á konsertini verða eisini fleiri nýggj verk framførd, sum eru eitt úrslit av tónleikaligum samstarvi millum Føroyar og Svøríki. Áhoyrararnir fara m.a. at hoyra Dropar fyri tvey slagverk eftir Helenu Sigurðsdóttir Lamhauge (FO) umframt stuttar tónleikaskitsur eftir næmingar, ið lesa kompositión á Fróðskaparsetri Føroya og Tórshavnar Musikkskúla.

Um Ingesund Slagtøjsensemble
Við í Ingesund Slagtøjsensemble eru næmingar, ið lesa slagverk á Musikhögskolan Ingesund  ein av bestu tónleikaútbúgvingunum í Svøríki. Á skúlanum ganga næmingar úr øllum landinum – og í løtuni eisini ein úr Føroyum.

Musikhögskolan Ingesund er partur av Karlstad Universiteti og hevur síðani 1923 verið týðandi partur av skandinavisku tónleikasiðvenjuni. Her útbúgvast tónleikalærarar, tónleikarar og tónleikaframleiðarar í vakra umhvørvinum í Kyrkviken, sum er í nánd av Arvika í Värmland.

Á skúlanum verða tónleikalærarar og tónleikarar útbúnir til at arbeiða í mentanarlívinum, á fólkaskúlum, á miðnámsskúlum og á listaskúlum. Harumframt ber til at taka útbúgvingar í tónleikaframleiðslu og ymiskum listalærugreinum, umframt eina rúgvu av serligum tónleikaskeiðum.

Í løtuni ganga umleið 320 lesandi á Musikhögskolan Ingesund, harav tey flestu lesa á tónleikalæraraútbúgvingini. Undirvísararnir eru royndir og eldhugaðir í bæði tónleiki og tónleikaundirvísing.