Loading Events
Nær
13. september 2025 kl. 15 - 15:01
Hvar
Norðurlandahúsið

Ísland, sum tað er

Høli: Skálin
Longd: 14:00 til 16:45

Norrøna felagið í Føroyum skipar fyri tiltakinum ‘Ísland, sum tað er’, har tey trý

  • Katrin Jakobsdóttir, fyrrverandi forsætisráðharri og mentamálaráðharri í Íslandi
  • Hrannar Arnarsson, formaður fyri Norrøna felagið í Íslandi og íslendska ADHD-felagið
  • Jógvan Hansen, tónleikari og skemtari

í gaman og álvara fara at greiða frá og undirhalda við søgum og sangi, har íslendska fólkasálin og íslendska samfelagið er í miðdeplinum. Vit verða kunnaði um avbjóðingar tey ungu og eldri hava í íslendska vælferðarsamfelagnum. Vit koma at hoyra um íslendska mentan og list og um politikk og búskap. Og ikki minst um hvørjar væntanir íslendska fólkið hevur til sína framtíð.

Nærri kunning um tilmelding og kostnað er á heimasíðu Norrøna felagsins : norden.fo