

It Was Just an Accident (Jafar Panahi Iran Frakland 2025 103 min)
Vahid tekur hann til fanga og savnar ein bólk av fyrrverandi fangum, at gera av, um Eghbal er sekur – og um hann nú skal fáa ta hevnd, hann hevur uppiborið.
”It Was Just an Accident” verður til ein film, ið hóast djúpt menniskjansligur, løðir og kyndir eitt dramatiskt spenningsøki, sum festir í hevnd, sannleika og ábyrgd, alt samalt sett í karm av iranska leikstjóranum Jafar Panahi (f.1960), ið hevur vunnið fleiri enn hálvt hundrað altjóða virðislønir.
Í filmi hevur hann sýnt serligt hegni at seta saman staklutir í gerandisdegnum, sum, tá teir verða settir í nýtt høpi, fara í ring og skapa eina grípandi søgu, sum bjóðar biografgangaranum av.
Iranski filmurin “It was just an accident” vann fyrstu virðisløn, Gylta Pálmin, í 2025 og er almenna franska Oscaruppskoti í kappingini um besta altjóða film.
Filmurin verður sýndur í upprunalíki á persiskum, farsi, máli við donskum undirteksti.
