Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
29. mars 2025 kl. 10:30

Jakob og Neikob – Illveðrið

Høli: Dansistovan
Longd: 30 min

Tú mást hava festivalpass til tiltakið

Set teg væl til rættis, og lurta eftir søgu, tá vit fara at lesa úr barnabókini Jakob og Neikob – Stormen (Jakup og Neikup – Illveðrið), sum Kari Stai hevur skrivað.

Her hitta vit teir báðar, Jakup, sum altíð sigur JA, og Neikup, sum altíð sigur NEI. Jakup sigur eitt nú ja til at fylla húsini við ymiskum tingum, nógvum tingum, og so nøkrum afturat. Neikup sigur nei. Kortini fyllast húsini hjá teimum við øllum møguligum lutum, ið teir als ikki hava tørv á, og sum bara eru órudd, ja, so nógv órudd, at teir at enda ikki hava nóg mikið av plássi. Hvar skulu teir nú vera, og hvar skulu teir nú spæla?

Tá illveður brestur á, verða Jakup og Neikup av álvara noyddir at taka nakrar avgerðir; at rudda og at duga á at skyna, hvat er umráðandi. Hvørjum hava teir veruliga tørv á? Man Jakupsa ja og Neikupsa nei fara at semjast?

Ein skemtilig, lærurík og viðkomandi søga um ovurnýtslu, samstarv og styrkina í vinalagi, og so fær hon okkum at hugsa okkum um. Hvørjum hava vit veruliga tørv á – og hvussu kunnu vit ansa eftir hvørjum øðrum og umhvørvinum?

Søguløta verður:
Ley. 29. mars, kl. 10.30
Ley. 29. mars, kl. 11.30
Ley. 29. mars, kl. 12.30
Sun. 30. mars, kl. 10.30
Sun. 30. mars, kl. 11.30
Sun. 30. mars, kl. 12.30

Tiltakið er partur av barnafestivalinum Frítt Flog – Rimmarland

Keyp festivalpass