Maggie’s verður karmur um eina serstaka konsert við Jazzygold, ið nú endiliga fer at spæla heima í Føroyum eftir at hava ferðast runt í Evropa við sínum tónleiki. Hetta kvøldið fer hon at hátíðarhalda útgávuna av síni debut-EP »It’s been a while«, ið verður givin út 14. februar.
EP’in »It’s been a while« er ein søga um tilveru, kenslur og samleika. Hon inniheldur seks sterkar sangir, ið varpa ljós á ferðina hjá Jazzygold gjøgnum lívið – frá røtrunum í Føroyum og Kenya og til hennara nógvu upplivingar í heiminum. Sangirnir spegla bæði tað vakra og tað torføra, við einari ljóðmynd, sum blandar popptónleik og r&b. Millum teirra eru »Homerun«, »Ex-friends« og tað nýggjasta staklagið »Gold«.
Jazzygold er longu eitt kent navn uttanlands og hevur framført á stórum pallum í Bretlandi, Íslandi, Hollandi og Noregi. Hon hevur bygt sær eitt navn sum ein listakvinna, ið torir at seta orð og tónar á tað svárasta, og hetta hevur eisini givið henni eina tilnevning til FMA 2024 fyri Ársins spíri.
Hetta er bara byrjanin á einum spennandi 2025 fyri Jazzygold – men byrjanin byrjar her, saman við tær, í Maggie’s.
Kom og uppliv eina einastandandi tónlistarliga ferð og hátíðarhald!