Høli: Alt húsið
Longd: 12:00 – 17:00
Mánadagin 30. desember kl. 12.00 standa føroyskar fyritøkur, stovnar og kommunur til reiðar at møta teim vitjandi á Jobmatch, sum aftur í ár verður í Norðurlandahúsinum. Hetta er ein framúrskarandi góður møguleiki at kunna seg um føroyska arbeiðsmarknaðin, og samstundis gera vart við seg mótvegis møguligum framtíðar arbeiðsgevara.
Jobmatch hevur til endamáls at skapa og viðlíkahalda sambandið millum føroyska arbeiðsmarknaðin og lesandi, nýútbúgvin og tey, sum ynskja at royna nýggjar avbjóðingar.
Á heimasíðuni Jobmatch.fo ber til at bíleggja eitt JobPrát, sum er ein óbindandi styttri samrøða á 10-15 minuttir. Eisini verða framløgur frá fyritøkum, stovnum og kommunum á skránni hendan dag.