Loading Events
Nær
01. november 2025 kl. 21 - 21:01
Hvar
Perlan
Prísur
DKK 210

Joe & The Shitboys

Tí hevur The Hives og Iggy Pop viðurkendi bólkurin sett sær fyri at hava eitt brak av eini útgávukonsert í Perluni leygardagin tann 1. novembur. 

GREATEST SHITS er fyrsta 12” plátan, sum bólkurin hevur útgivið. Hon uppsamlar allar tríggjar THE RESON FOR HARDCORE VIBES pláturnar, við fleiri sangum afturat, ið umdefinera, hvat shitpunk kann vera. Plátan er ætlað sum endin av fyrstu fasuni hjá bólkinum, áðrenn teir fara at reisa seg sum ein føniks fokk jú fingur við einum nýggjum ljóði. 

Hetta kvøldið hava skítsvøku Joe & The Shitboys fingið tann svakasta bólkin, síðan teir sjálvir byrjaðu í 2018, og tað er eingin annar enn Tunghoyrt. Tað verður spennandi at síggja teir framføra inni í einum bygningi, heldur enn uppi á einum taki. 

GRÝLUKAPPING!
Leygardagurin 1. novembur fellur á Halloween vikuskifti. Tí verður sjálvandi eisini grýlukapping. Vinnarin fær eitt signerað eintak av nýggju GREATEST SHITS plátuni og eina t-shirt.