Loading Events
Nær
30. november 2025 kl. 14 - 16:30
Hvar
Viðarlundin í Havn
Prísur
Ókeypis atgongd

Jólahugni í Viðarlundini

Í ár fer ágóðin til gulu skótarnir í Havn.

Plantasjan verður pyntað við ljósum í greinunum, báli og ljósblussum í ánni, har sum tiltakið er, so tað verður so hugnaligt sum møguligt.

Sum vant, ber til at keypa sær jóladekoratiónir.

Eisini kemur Havnar Hornorkestur at lívga løtuna við nøkrum góðum tónum, og jólamenninir vitja við onkrum góðum til børnini.

Og so ber annars til at keypa sær kakao og bollar.