

Jólakonsert við Tórshavnar Kamarkóri
Eftir væleyðnaðu summarkonsertina gleðast vit um at sleppa at njóta av stórfingna klanginum í Feskfiskahøllini enn eina ferð. Undir kórleiðslu av Bernharði Wilkinson syngur kórið hugnaliga jólaskrá við føroyskum og útlendskum kórsatsum.
Vit vilja heita á áhoyrarar um at vera heitt ílatin. Høllin er ikki upphitað, og tí kann tað vera kalt.
Verið vælkomin á konsert.
Feskfiskahøllin hjá Faroe Ship er á Eystaru Bryggju í Havn. Gjørt verður vart við, at konsertin er innanfyri ISPS-økið á havnarlagnum. Tí er týdningarmikið, at tit, sum koma á konsert, halda tykkum innanfyri avmerktu økini
