Loading Events
Nær
03. desember 2025 kl. 15:30 - 17:30
Hvar
Altjóðahúsið
Prísur
Ókeypis atgongd

Jólastova- vit klippa jólapynt

Hendan dagin fara vit at klippa jólapynt saman. Vit fara at flætta stjørnur og jólahjørtur og at gera annað jólapynt.

Vit eiga alt tilfarið inni og bjóða eisini ein drekkamunn við onkrum góðum afturvið. 

Framm til jóla fara vit at hava nakrar jólastovur í altjóðahúsinum, har vit gera ymisk jólaítriv, ið eru sera vanlig í Føroyum.

Hevur tú hug til at syngja ein sang, fortelja eina søgu ella á annan hátt vera partur av jólastovuni, so send mær eini boð á fial@torshavn.fo

Børn undir 12 ár eru vælkomin við, um tað er í fylgi við vaksnum

Tiltakið er ókeypis.