Vit fylgja læknanum, Marianne (Andrea Bræin Hovig), ið verður hugtikin av sexlívinum hjá sjúkrarøktaranum, Tor (Tayo Cittadella Jacobsen), og setir sær fyri, at royna eitt leysari samlív, við øllum teim avbjóðingum, tað førir við sær.
Fyrru filmarnir, ”Sex” og ”Dreymar”, sum vit hava víst, og hesin ”Kærleiki”, eru tríggir filmar, sum allir kunnu síggjast hvør sær. Sjálvstøðugu filmarnir snara um evnini girnd, samleika og longsul eftir frælsi. Hesin nýggjasti, ”Kærleiki”, varð frumsýndur á filmstevnuni í Venezia, har hann var við í høvuðskappingini.
Eins og undanfarnu filmarnir hjá Haugerud, fær hesin bestu ummæli, m.a. í heimsins elstu filmsavís, Variety, har Guy Lodge sigur: ”Love’s commentary on modern relations may be more complex and chewy than just “live and let live,” but the film’s calm embrace of whatever works for the individual is refreshingly humane, rhetorically exciting and more than a little hot.”