Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
25. mars 2025 kl. 15 - 18
Prísur
Ókeypis atgongd

Kamilla Ravnsfjall í Smiðjuni í Lítluvík

Kamilla hevur altíð havt stóran tokka til at tekna, og hesaferð vísir hon fram eina serliga samling av verkum og hugskotsskitsum, sum hon hevur skapað frá 2008 til í dag.

Við á framsýningini eru eisini nakrar serstakar myndir, sum mamma og omma Kamillu, Maja Sørensen og Kamilla Sørensen, hava gjørt – eitt spennandi ættarliðasamstarv!

Ferniseringin verður hósdagin 20. mars kl. 17:00, har tú eisini kanst njóta vakrar tónum frá eini floytu-trio við Kamillu Ravnsfjall, Elsu Mariu Dam og Katju Volovelskaja.

Vit bjóða sjálvandi eisini okkurt lekkurt søtt og leskiligt at drekka.

Set kross í kalendaran, tak vinfólk ella familju undir armin, og kom við til eina hugnaliga og inspirerandi løtu í Smiðjuni!

Øll eru hjartaliga vælkomin!