Høli: Stórhøll
Longd: 90 min (uttan steðg)
Kim Hansen og bólkur hansara framføra saman við Føroya Symfoniorkestri. Eisini vitja serligir gestir, ið Kim hevur samstarvað við gjøgnum árini. Kim hevur verið virkin á føroyska tónleikapallinum í nærum eitt mannaminnið. Vit kenna hann fyri tónleikalig samstørv, sum fevna breitt og røkka langt. Samstørv, ið hava lagt eitt ótal sangum eftir seg, og sum føroyingar, bæði ung sum eldri, hava tikið til sín.
Henda verkætlanin byrjaði í 2024, og konsertirnar verða spældar í februar 2026. Eitt tætt samstarv millum Kim og Føroya Symfoniorkestur frá hugskoti til konsertframførslu.
Vit kenna Kim sum framleiðara, sangara og klaverleikara á hægsta stigi. Øll árini hevur Kim spælt í ymsum bólkum, men hevur eisini samstarva við einstaklingar. Í nógv ár arbeiddi Kim saman við vininum Kaj Johannesen. Kaj skrivaði tekstirnar og Kim gjørdi løg til. Ein tann kendasti sangurin er Meistarin, ið eisini stendur í føroysku sálmabókini. Til hesa serligu konsertina fær Kim vitjan av Lenu Anderssen, Jens Marna Hansen, MC Restorff, ið øll eisini eiga hvør sína stjørna á føroyska tónleikapallinum. Ímyndi tykkum Kim við bólki og gestum, eitt Steinway flygil og Føroya Symfoniorkestur, so verður tað neyvan vakrari. Magnus Johannesen útsetur tónleikin hjá Kim fyri symfoniorkestur.
Magnus hevur skrivað nógv fyri bigband, men hevur seinni árini lagt orku í at útseta fyri Føroya Symfoniorkestur, m.a. til Marius Ziska konsertirnar í 2023, og til stórfingnu upplatingarkonsertina í stórhøllini.
Konsertin er ein standikonsert. Um onkur ikki klárar at standa og hevur tørv á at sita undir konsertini, vinarliga sig okkum frá í góðari tíð, so royna vit at reservera eitt pláss til viðkomandi.