Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
08. november 2025 kl. 11 - 16
Hvar
Perlan
Prísur
Ókeypis

Klædnamarknaður aftur í Perluni og Reinsarínum

Perlan og Reinsaríið verða aftur fylt við lívi og góðum stemningi, tá klædnamarknaðurin verður endurtikin. Her kanst tú aftur ogna tær góð klæðir fyri ein bíligan penga, samstundis sum tú ert við til at endurnýta og veita umhvørvinum eina hjálpandi hond.
Hesa ferð verða einans 24 borð, soleiðis at tað verður rúmligari og hugnaligari fyri bæði seljarar og keyparar.

Prísur: 350 kr. fyri hvørt borð. Hevur tú hug at selja, so send ein teldupost til torsgota@torshavn.fo. Tað er først til mølle!

Vit gleða okkum longu til at síggja tykkum aftur til ein dag, har endurnýtsla, felagsskapur og góður stemningur eru í hásæti.