Konsert – Klaver & Sello
Føroyski pianisturin Aksel Remmel og kanadiski selloleikarin Félix Nunes fara at spæla spennandi og vakran tónleik fyri sello og klaver.
Skráin er sett soleiðis saman, at hon er áhugaverd bæði fyri teimum, ið eru nýggj innan klassiskan tónleik og fyri teimum meira garvaðu.
Shostakovich: Sello Sonata í d-mol, op. 40
Schumann: Fantasiestücke, op. 73
Rachmaninoff: Vocalise
Fazil Say: 4 Cities – Sivas & Bodrum
Sello sonatan eftir Shostakovich er eitt ógvuliga rørandi og spennandi verk. Fantasiestücke, Op. 73 eftir Schumann er ein røð av trimum stuttum satsum, hvør við sínum eyðkendum karakteri. Vocalise eftir Rachmaninoff inniheldur eina ta mest ikonisku og vøkru melodiina í klassiska repertoirinum. Og at enda spæla teir tvey stykkir úr “Four Cities” eftir Fazil Say, sum berur íblástur úr fólka- og jazz tónleiki.
Atgongumerki kunnu bert keypast við dyrnar.
Aðrar konsertir:
Hós 30. apríl kl 19.00 – Salt á Tvøroyri (ókeypis)
Frí 1. mai kl 19.00 – Mentanarhúsið í Fuglafirði
Ley 2. mai kl 15.00 – Varpið í Klaksvík