

Hon hevur, síðani hon var heilt lítil, verið áhugað í at skapa tónleik, og hevur m.a. skriva eina musical, sungið í Big Band og kórum, umframt at hon hevur luttikið í danska íverksetanar tiltakinum “She Can Play”. Í 2022 útgav hon sítt fyrsta staklag “Stadig Væk”, ið var nógv spælt í KVF radio og eisini varð tilnevnt ársins útvarps hitt sama ár. Tónleikurin, ið Tóra skapar, er bæði kensluborin og melodiskur við erligum og poetiskum tekstum.