Kunningarfundur fyri útlendskar tilflytarar
Hey tú, sum ert nýkomin til Føroya!
Vit bjóða tær til ein hugnaligan upplýsingarfund fyri nýkomin í Tórshavn.
Tá ið ein flytur til eitt nýtt land, kunnu nógv ivamál og spurningar stinga seg upp. Á fundinum fáa vit tosað um ymisk viðurskifti, sum kunnu gera tað lættari at finna seg til rættis í Føroyum og í gerandisdegnum.
Vit fara m.a. at tosa um:
- Hvørji rættindi og skyldur tú hevur í Føroyum
- Praktisk viðurskifti í gerandisdegnum, t.d. skúla og barnaansing, heilsuverk og almennar tænastur
- Hvussu tú kanst gerast partur av lokalsamfelagnum
- Tiltøk og møguleikar at hitta onnur
- Hvat International House/ Atljóða húsið kann hjálpa tær við
- Hvar tú kanst finna kunning og fáa hjálp, um tú hevur tørv á tí
Tú fært eisini høvi at seta spurningar og hitta onnur, sum eru nýkomin til Føroya.
Øll nýkomin eru vælkomin, og tú ert eisini vælkomin at taka vinfólk ella onnur nýkomin við, sum ikki hava fingið eina innbjóðing.
