Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
04. mai 2025 kl. 10 - 16:30
Hvar
Føroya Fólkaháskúli
Prísur
DKK 1100 – 1800

Kunstterapi – skomm og kreativitetur

Við útgangstøði í jungianskari fatan, er kenslan skomm spenningsmiðdepil, tá talan er um sambandið við sjálvvirði og góða lívsgóðsku. Hvat ger skommin við okkum?

Skommin liggur ofta fjald aftanfyri spenningar sum vreiði, sorg og ótta. Gjøgnum kreativar
tilgongdir kunnu hesi spenningsøki verða týdningarmiklir stígu steinar, fyri at koma forbí
múrin av skomm og inn til sína sonnu autentisku sjálvsfatan.

Tað verður teknað, málað, skrivað, evnað leir, andadráttsvenjingar og rørsla.

Um skeiðshaldaran

Vivian Sjóðklett er útlærd sum kunstterapeut, frá Institut for kunstterapi sum byggir á
sálarføði Jungs. Eisini er Vivian útlærd sum námsfrøðingur og sexolog.
Síðani 2011 hevur hon havt eina ørgrynnu av kreativum skeiðum innan kunstterapi.
Kunstterapi eru kreativar tilgongdir til eina innara ferð, har ein fær loyvi til at tøma seg ella
kroppurin sleppur at lufta út. Kunstterapi er har orð ei røkka.

Støði

Øll ung og vaksin úr 15 ára aldri eru vælkomin.

1100 krónur fyri ung upp til og við 24 ár

Fult vistarhald er íroknað.