Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
04. mars 2025 kl. 15 - 17
Prísur
Ókeypis atgongd

Kvinnur, íverksetan og vøkstur

Á skránni verða fleiri stuttar framløgur frá spennandi virkisstovnarum, sum fara at greiða frá teirra íverksetaraferð. Hesar eru Beinta Poulsen, stovnari av Einstakt, Helena Højgaard, stovnari av Leirverk, Elin Brimnes, stovnari av Blóm Studio, og Mirjam Reinert Olsen, stovnari av Stjørnuskotinum.

Harumframt fáa vit vitjan av Mariu Fagranes Clemmensen frá Tech Nordic Advocates. Maria kemur at greiða frá síni persónligu og læruríku íverksetaraferð, umframt hvussu Tech Nordic Advocates arbeiðir við at stuðla kvinnuligum íverksetum.

Eisini koma Sóley Heradóttir Hammer og Súsanna Laursen úr Hugskotinum, at greiða frá rákinum í føroyska íverksetaraumhvørvinum, tá ið talan er um kvinnur og íverksetan, og hvørjar tænastur Hugskotið kann veita.

Tiltakið endar við netverkan, boblum og søtum frá Omaná og tónum frá Haraldsen.

Øll sum hava áhuga í íverksetan eru hjartaliga vælkomin.