Fyrilestur við Nils Ohrt, fyrrverandi stjóra á Listasavni Føroya, um »Kavaklædda Betlehem – ein jólamynd eftir Bruegel«.
Pieter Bruegel, tann Eldri, var ein av gomlu meistarunum, sum er best kendur í dag fyri realistisku, nágreiniligu og skemtiligu lýsingunum av bóndalívi í Evropa á hansara døgum. Í 1566 málaði hann eitt av høvuðsverkum sínum: Fólkateljingin í Betlehem, sum sameinir bíbilsøgu og fólksliga mentan í hansara tíð í eitt satt jólaævintýr frá gomlum døgum.
Hetta er triði fyrilesturin í einari røð av tiltøkum, ið Listafelag Føroya skipar fyri í samstarvi við Listasavn Føroya.
Hjartaliga vælkomin til hetta tiltak hjá Listafelagi Føroya og Listasavni Føroya!