Loading Events
Nær
23. juli 2026 kl. 20 - 22:30
Hvar
Føroya Fólkaháskúli
Prísur
DKK 75

Kvøldarskeið í Dogmubinding

Kom við til eitt hugnaligt og øðrvísi kvøld við ráullabinding (dogmubinding), góðum práti, øli og tónum frá suðuramerikonskum kassettubondum.
Á verkstovuni lærir tú at binda við ráull – eisini kallað dogmubinding. Hetta er ein arbeiðsháttur, har tú bindur við óviðgjørdari ull, sum hvørki er karðað ella spunnin frammanundan.
Tilgongdin er einføld, natúrlig og burðardygg, og úrslitið gerst serliga vakurt og livandi.
Føroyska ullin hevur langar og sterkar trevjur, sum gera tað møguligt at binda beinleiðis við ráullini uttan undanviðgerð. Við fáum fetum fert tú frá óviðgjørdari ull til ein lidnan lut í hondunum.
Á verkstovuni fært tú:
innleiðslu í dogmubinding og rábinding, vitan um føroyska ull og ymisk ullasløg, innlit í plantuliting og tøving av vøttum. Ráull er við í prísinum.
Tú fært eisini eina einfalda uppskrift, so tú kanst gera tínar egnu skøvningshitarar.

Tak við:
Bindistokkar í stødd 3–6, (tú kanst eisini læna stokkar frá okkum.)
Tú nýtist ikki at vera roynd/ur bindari fyri at luttaka, men tað er ein fyrimunur at duga at kasta uppá og binda rætt og rangt.
Um Hedestrik:
Í Hedestrik vilja vit varpa ljós á norðurlendska ull, sum ofta verður roknað sum avlop. Vit arbeiða við ráullabinding/ dogmubinding og fríbinding sum eitt alternativ til tann handilsliga tógv- og bindingarheimin.
Vit tosa eisini um ull úr einum umhvørvisligum sjónarhorni og um møguleikarnar í teimum ymisku ullasløgunum.
Vilt tú vita meira um dogmubinding, finnur tú okkum á Instagram:
@hedestrik.