Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
15. juni 2025 kl. 11 - 17
Prísur
DKK 650

Kynstrið at selja søguna (to pitch)

Hesar báðar dagarnar fer Karoline, saman við luttakarunum, at venja hvussu ein best  kann draga sína søgu saman til nakrar fáar reglur, ið vekja áhuga og forvitni.

Luttakararnir skulu frammanundan skriva eina stutta ‘pitsj’, ið skal lýsa kjarnan í søguni ella hugskotinum. Longdin skal í mesta lagi skal vera 10 reglur. Afturat hesum skulu luttakararnir fyrireika eina munnliga framløgu áleið 5 min. Talan kann bæði verða um dokumentar, fiktión, animatión ella sjónvarpsrøð.

Gevið gætur: Um tit eru fleiri, ið eru um somu verkætlan, vinaliga viðmerkt hetta tá ið tit skráseta tykkum.

Freistin at tekna seg er 5. juni.