Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
04. november 2025 kl. 17 - 17:01
Hvar
Norðurlandahúsið
Prísur
DKK 295

Lær at gera súrgamjólk og kefir

Høli: Forhøllin
Longd: 90 min.

Visti tú, at tað tú súrgar heima, hevur nógv fleiri ymiskar (góðar) búkbakteriur, enn nakað tú kanst keypa í handlunum? Og visti tú, at búkbakteriurnar eru partur av bæði okkara imunverju, okkara sodning og upptøku av føðslu, OG summi halda enná, at búkbakteriurnar kunnu ávirka okkara sinnalag.

Hetta er alt sovorði, sum tú lærir meira um á súrgamjólksverkstovuni! 

Afturat øllum hesum teoretiska, fara vit sjálvandi eisini at gera súrgamjólk/kefir. Og so fara vit at práta um mjólk. Um hvat mjólk er og um góðskuna á mjólk.

Súrgamjólksverkstovan er verkstovan til tín, sum elskar at gera títt egna. Tað er til tín, sum ynskir at gera mat frá grundini av – tí at tú so veist hvat er, ið tú tú etur, og eisini tí at tað (oftast) er bíligari.

Tað ljóðar kanska tíðarkrevjandi at gera sínar egnu mjólkaurdráttir – men súrgamjólk tekur minni enn 5 minuttir at gera!

P.s. Súrgamjólk er í grundini tað sama sum kefir – hetta lærir tú eisini maira um á verkstovuni. Tú ærir um munin millum súrgamjólk og kefir, og tú lærir at gera bæði!

Tú lærir:

    • Um mjólk, og um at súrga mjólk

    • Um góðar búkbakteriur

    • At lættliga gera súrgamjólk og kefir heima

Tú fært:

  • Súrgamjólk/kefir við heim, soleiðis at tú framyvir kanst gera títt egna hvønn dag (ella einaferð um mánaðan ;).