

Høli: Forhøllin
Longd: 90 min.
Visti tú, at tað, ið tú súrgar heima, hevur nógv fleiri ymiskar (góðar) búkbakteriur, enn nakað, ið tú kanst keypa í handlunum? Og visti tú, at búkbakteriurnar eru partur av bæði okkara immunverju, okkara sodning og upptøku av føðslu, OG at summi enntá halda, at búkbakteriurnar kunnu ávirka okkara sinnalag?
Hetta er alt sovorðið, sum tú lærir meira um á verkstovuni í at súrga mjólk!
Afturat øllum hesum ástøðiliga fara vit sjálvandi eisini at súrga mjólk og gera kefir. Og so fara vit at práta um mjólk – um hvat mjólk er og um góðskuna á mjólk.
Hetta er verkstovan til tín, sum elskar at gera títt egna. Hon er til tín, sum ynskir at gera mat frá grundini av – tí at tú so veitst, hvat tað er, ið tú etur, og eisini tí, at tað (oftast) er bíligari.
Tað ljóðar kanska tíðarkrevjandi at gera sínar egnu mjólkaúrdráttir – men tað tekur minni enn fimm minuttir at súrga mjólk!
P.s. Kefirmjólk er í grundini eitt slag av súrgaðari mjólk. Men til ber eisini at súrga mjólk á aðrar mátar. Vit fara at súrga mjólk við kefiri, men vit fara eisini at tosa um aðrar mátar at súrga mjólk.
Tú lærir:
Um mjólk og um at súrga mjólk
Um góðar búkbakteriur
At lættliga súrga mjólk og gera kefir heima
Tú fært:
Súrgaða mjólk/kefir við heim, soleiðis at tú framyvir kanst gera títt egna hvønn dag (ella einaferð um mánaðin)
Fyriskipari : Krákuting