Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
16. november 2025 kl. 12 - 12:01
Hvar
Norðurlandahúsið

Langelstur – vinalag tvørtur um ættarlið (IS)

Høli: Skálin
Longd: 45 min.

Hvat hendir, tá ið ein seks ára gomul genta og ein 97 ára gamal maður gerast bestu vinir?

Í bókunum Langelstur hitta vit Eið, eina djarva gentu, sum skal byrja í skúla, og Ragnari, sum er ein gamal maður, ið ikki vil læra at lesa.

Hetta óvanliga vinalag gevur bæði gandakendar løtur og vakrar samrøður um, hvussu vit kunnu læra av hvørjum øðrum – uttan mun til aldur.

Bøkurnar eru um vinalag, einsemi og um at finna dirvi og sjálvsálit. Hvussu kunnu vit hava álit á vinum okkara og okkum sjálvum í einum heimi, har vit ofta kunnu kenna okkum einsamøll? 

Í einari tíð, har skíggjar fylla so nógv, minna Langelstur-bøkurnar okkum á týdningin av veruligum sambandi við onnur menniskju.

Komið og heilsið upp á rithøvundin, Bergrún Íris Sævarsdóttir, sum greiðir frá, hvussu søgurnar um Eið og Ragnar vórðu til.

Langelstur-bøkurnar eru sera væl dámdar fyri vakra málið og hava vunnið fleiri virðislønir, eitt nú Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins.

Tiltakið er gylt høvi hjá børnum sum vaksnum at uppliva, hvussu bókmentir kunnu knýta ættarlið saman – kanska koma nýggj vinabond burtur úr hesum eisini?

Fyriskipari: Aðalkonsulát Íslands í Føroyum.