

Laugh at OY
Fyrstur á pall er okkara egni flakkarakomikari, David Valley (Dávur í Dali). Eftir at hava selt út fleiri solosýningar á Reykjavík Fringe Festival í 2025, kemur hann heim aftur við síni sermerktu blanding av absurditeti, skjótum viti og óttaleysum crowd work. Í heyst hevur hann soloframførslur í Tjarnabíó og túrar kring Europa – men fyrst: Oy.
Næstur er Eggert Smári, ein av hvassastu røddunum í íslendskum uppistandi. Við einum áratíggju av royndum og einum stíli, sum sameinir snjalla tekstaskriving við turrum humor, hevur hann framført víða í Evropa og USA og staðið á palli saman við nøkrum av teimum bestu – Todd Barry, Rosebud Baker, Andy Haynes og Cody Woods. Hann er vorðin eitt kent navn í Íslandi – og hetta er triðja ferðin, hann kemur til Føroya at skemta.
At enda kemur høvuðsnavnið, Nick Jameson – improvisatiónsmeistari, sjónleikari, tónleikari og røddin, tú heilt víst hevur hoyrt (hann var t.d. í Frozen og Seinfeld). Føddur í Amerika, men búsettur í Íslandi. Nick bjóðar eina framførslu, sum er ein vill blanding av tónleiki, speiskleika og meistaraligari tímaseting. Frá stórfilmum til kultklassikarar og beinleiðis kaos á pallinum – hann hevur roynt alt og ger tað ótrúliga væl.
Miss ikki hendan sjáldsama møguleikan at uppliva altjóða uppistand á einum av kulastu støðunum í Føroyum. Tað verður løgið. Tað verður lekkurt. Tað er Laugh at Oy!