Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
15. mars 2025 kl. 20
Prísur
DKK 200

Lena Anderssen unplugged

Lena Anderssen er ikki bert ein sangari – hon er ein søguforteljari. Við rødd, ið er so eyðkend, at hon bæði tykist mjúk og kraftmikil í senn, og við tekstum, ið tykjast skrivaðir við hjartablóði, hevur hon skapt eitt univers, sum er bæði hugtakandi og djúpt. Hetta er list, sum snarar um alt tað menniskjansliga: kærleika og lívsins fløkjur – alt samantvinnað við eini inniligheit, ið fær teg at gloyma tíð og stað.

Afturvið sær hevur hon Niclas Johannesen – ein gittarleikari, ið ikki bert spælir, men livir seg inn í hvønn tóna, hann slær. Spælið hjá Niclas er sum eitt vakurt fundament undir tónleikinum hjá Lenu, har røddin hjá henni veruliga sleppur at skína.

Lena Anderssen er kend fyri at leggja kenslurnar í hvønn tóna og hvørt orð, og hetta kvøldið verður onki undantak. Aulan í Finsen er longu eitt serligt stað, men hetta kvøldið verður tað nakað heilt serligt. Hetta verður eitt kvøld, sum tú seint fer at gloyma.