Lesiringarnir byrja aftur
Kom og ver við í einum lesiringi. Lesiringarnir hittast aftur eftir summarfrítíðina, og eisini verða nýggir lesiringar stovnaðir. Í einum lesiringi kanst tú lesa alt frá klassikarum og ævisøgum til enskar skaldsøgur – ella okkurt heilt annað. Kanska finnur tú ein lesiring, ið hóskar júst til tín? Øll eru vælkomin.