Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
15. november 2024 kl. 09

Leyp nú, Eva – við Rakel Helmsdal

Høli: Skálin
Longd: 45

Melda flokkin til spennandi rithøvundaprát við Rakel Helmsdal um bókina “Leyp nú, Eva!” á Bókadøgum. 

Leyp nú, Eva! er ein spennandi søga um loyndarmál og gátur, syrgiligar lagnur og lívsjáttandi dirvi.

Hvør torir at renna oftast yvir um sporið, áðrenn tokið kemur? Tað er spælið, sum Eva og vinfólkini spæla tann dagin, tá tað næstan endar galið. Ein loyndarfullur bjargingarmaður bjargar Evu frá tí vissa deyða. Men hvør er hann, og hví er hann so ólukkuligur? Og hví uppførir vinkonan, Merian, seg knappliga so løgið? Hví vil hon ikki fortelja Evu, hvar hon býr? Eva og vinfólk hennara sleppa at spæla við í einum ordiligum sjónleiki, og tað er sum ein dreymur – men skjótt hópa loyndarmálini í Seraphia Teatri seg upp.

Rakel Helmsdal er rithøvundur og myndlistafólk. Rakel fer í samrøðu við Paulu Gaard, bókmentafrøðing og miðnámsskúlalærara, at greiða frá bókini og m.a. tosa um, hvussu tað er at vera rithøvundur. Næmingar fáa eisini høvið at spyrja spurningar.

Bókadeild Føroya Lærarafelag skipar fyri skúlatiltøkum á Bókadøgunum 2024.