

Limadagur hjá Neistanum
Tey yngstu møta frá 15.30 til 19, meðan tey eldru møta frá 17.30 til 22.00 – saman við foreldrum og systkjum, sjálvandi.
Kl. 17.30 er felags foreldrafundur
Kl. 18.00 bjóðar Neistin øllum ein góðan bita
LEIKARAKLÆÐIR: Sum nakað nýtt, fáa allir leikarar síni egnu leikaraklæðir, sum skulu brúkast til dystir komandi tvey árini. Klæðini kunnu sjálvandi eisini brúkast, tá dystir ikki eru. Leikarin eigur tey.
Leikarar fáa útflýggjað leikaraklæðini á limadegnum, tá limagjaldið og Holdsport er avgreitt.
Leikarar (foreldur) hava ábyrgdina av klæðunum.
#bláttergott
Síggjast í høllini!