Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
11. apríl 2025 kl. 16 - 16:45
Hvar
Tórshavnar Musikkskúli
Prísur
Ókeypis atgongd

Listaljóð

Listaverkini og bókin lýsa føroysku tónleikasøguna úr víkingatíð til okkara dagar í tí symbolska og eyðkenda symfoniska stílinum hjá Astri Luihn, har livandi litir, dynamiskir formar og figurar renna saman. Útskorin relieff úr viði, mynda stórar fuglar á flogi, formar, strikur og skap, sum líkjast nótum og tónum.

Í bókini eru nágreinar lýsingar og myndir av listaverkunum og tilsipingar til søgur, persónar og fyribrigdi í mentanar- og tónleikasøgu okkara. Við hesum er listaprýðingin og bókin at rokna sum okkara fyrsta tónleikasøguliga heildarverk.

Ein gáva til ein musikkskúla fyri børn og ung. Men eisini ein dýrgripur til fólk og tjóð, at kenna og skilja søgu okkara.

Á hátíðarløtuni fríggjadagin fer tónleikafrøðingurin Knút Háberg Eysturstein at siga nøkur orð um list og tónar. Angelika Hansen fer at leika á fiól og Ólavur Jakobsen er vertur og leikar á gittar. Kór musikkskúlans fer at syngja nakrar sangir. Kórleiðarar eru Joanna Johansen og Ásbjørn Berthelsen.Listakvinnan Astri Luihn fer eisini at siga nøkur orð.