Listamaðurin Szabotage
Framsýningin bjóðar gestum inn í eitt dirvisligt og litríkt univers, har Szabotage arbeiðir við stencilum í fleiri løgum, mentanarligum tilvísingum og einum sera sterkum myndamáli, sum er bæði nútímans og lætt at kenna aftur.
Í verkum sínum sameinir hann tað býarliga við tað persónliga og skapar myndir, sum varpa nýtt ljós á umhvørvið og menniskjaligar søgur – á óvæntaðar og áhugaverdar hættir
Um kvøldið fer Høgni Lisberg at framføra live og skapa ein stemning, har tónleikur og myndlist renna saman í eina felags uppliving.
Szabotage er kendur fyri útseldar framsýningar í Hong Kong og í Stórabretlandi, og hevur eisini samstarvað við altjóða merkivørumerki sum Prada og Louis Vuitton.
Henda framsýningin, sum bert er hendan eina dagin, er eitt sjáldsamt høvi at uppliva nýggj verk frá einari veruligari samtíðarstjørnu innan myndlist, sum alla tíðina flytur mørkini fyri nútímans list.
Øll eru hjartaliga vælkomin!