Hetta er fimmtu ferð, at Fountainhúsið skipar fyri uppboðsølu av list.
Undanfarnu uppboðsølur hava eydnast sera væl. Nógv fólk hava verið til sølurnar, og hava meir enn 50 listarverk verið seld á hvørjum uppboði.
Tað hevur eydnast okkum at fáa fleiri av listafólkunum, sum áður hava luttikið við aftur í ár. Nýggj listafólk eru eisini við hesa ferð.
Leisturin fyri uppboðsøluna verður tann sami sum áður, har 65% av søluni fer til listafólki og 35% av søluni letur listafólki í stuðul til Fountainhúsið.
Vit eru sera takksom fyri, at øll hesi dugnaligu listafólkini vilja stuðla Fountainhúsinum. Og harvið geva okkum møguleika at luttaka á m.a europeiskum ráðstevnum fyri Fountainhús.
Talið av listarverkum verður á leið tað sama sum áður.
Listaverk, sum koma á uppboðið, eru m.a gjørd av: Hansinu Iversen, Andriasi Andreasen, Joel Cole, Áslu Rannvá Svensson, Astrid Macdonald, Bárði Jákupsson, Finleifi Mortensen, Birgit Kirke, Elini P.Andreasen, Astri Luihn, Fríðu M. Brekku, Tóroddi Poulsen, Mariusi Olsen, Hanni Bjartalíð, Hilmari Højgaard, Jón Magnusi Joensen, Jóruni Dánjalsdóttir Poulsen, Kornelija og Blagdoje Art, Rannvá Mortensen, Mariu Smith, Pól Skarðenni, Lív Arge, Janusi á Húsagarði, Onnu Jacobsen, Lailu Mote, Edith Mørkøre, Astrid Andreasen, Silju Strøm, Zachariasi Heinesen, Eyðun av Reyni, Sámal Toftanes, Kára Svensson, Øssuri Mohe, Edwardi Fuglø og Tróndur Patursson.
Tað verður møguligt at koma í Finsen og síggja listarverkini, millum kl.12.00 og 14.00, áðrenn sjálv uppboðsølan byrjar kl.14.00
2 vikur áðrenn tiltakið byrjar, verða myndir av listarverkunum, kostnaður o.a, at síggja á Facebook tiltakinum: Listauppboðsøla
Vit bjóða kaffi og kaku.
Øll eru hjartaliga vælkomin!