Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
06. februar 2025 kl. 17
Prísur
DKK 25 – 90

Lummalyktatúrur í myrkri á Listasavninum

Saman við einum rundvísara fara vit at hyggja nærri at spennandi listaverkum í myrkri. Vit fara at hoyra um trøll og hyggja at skuggum av stórum installatiónum og skulpturum.

Lummalykta-túrarnir verða hósdagin 6. februar.
Kl. 17 verður ein túrur fyri smærri børn (uml. 6-10 ár)
Kl. 18 verður ein túrur fyri størri børn (uml. 10-14 ár)
Børnini eru vælkomin at hava egna lummalykt við. Til ber eisini at læna lummalyktir á savninum (avmarkað nøgd).

Savnið er opið 6. feb. frá kl. 11-20.

Rundvísingin er ókeypis, tá atgongugjald til savnið er goldið.

Vaksin: 90 kr.
Pensjonistar: 70 kr.
Lesandi 25 kr.
Børn og ung undir 20 ár: ókeypis

Tiltakið er partur av HULDULITT-tiltakinum hjá Visit Tórshavn.

Vælkomin!