Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
16. november 2025 kl. 11 - 11:01
Hvar
Norðurlandahúsið

Lurtistova

Høli: Dansistovan
Longd: Kl. 11-16

Tørvar tykkum ein steðg? Í Dansistovuni kunnu bæði børn og vaksin lena seg afturá, seta smátalarar á oyruni og hvørva inn í frásøgnina Í Geyma.

Væl umtókta barnabókin hjá Dániali Hoydal leiðir tykkum inn í undurfulla landið Geyma, har ið tit hitta Tiðindafróða, Roksimalenu, Hermus, Klikkheys og nógv onnur løgin skepilsi.

Bókin liggur frammi í Dansistovuni, og ímeðan tit lurta, kunnu tit blaða í bókini og fylgja við í myndunum.

Søgan er ætlað bæði børnum og vaksnum – so tak gjarna alla familjuna við, finn eitt seyðaskinn, og vita, um tit kenna nakrir av persónunum aftur í tykkum sjálvum. Kanska har er ein Gella í familjuni?

Tað er Bókadeild Føroya Lærarafelags, ið hevur givið út bókina, og hon verður lisin upp á føroyskum.