

Høli: Dansistovan
Longd: Kl. 11-19
Tørvar tær ein steðg? Í Dansistovuni kanst tú smoyggja teg burtur eina løtu, leggja teg á eitt seyðaskinn og blunda til ljóðini av yrkingum eftir føroyskar yrkjarar. Tú kanst hoyra verkini Kobberblod eftir Onnu Maluna Jógvansdóttir og Sólgarðin eftir Bein Bergsson.
Kobberblod er um kroppin og havið – um frumsagnir, um at vera viðbrekin og um tær kreftir, ið forma okkum.
Sólgarðurin kannar kenslur, ið øll kunnu kenna aftur í sambandi við kærleika og at missa, og viðger ærliga intimitet og girnd millum menn.
Kom inn, set smátalarar á og fá eina stilla stund mitt í øllum hurrinum á Bókadøgum.
Tað er forlagið Herman og Frudit í Århus, ið hevur givið út Kobberblod, og yrkingarnar verða lisnar upp á donskum.
Forlagið Eksil hevur givið út Sólgarðin, sum verður lisin upp á føroyskum.