MABINTI(DK) JVNTOR & TRÚGVI
Hvat merkir Tribal House, Afro Tech, 3-Step, Amapiano og Afrobeats? Hetta eru tónleikastílar sprotnir úr afrikanskari tónleikamentan, sum hevur fingið altjóða gjøgnumbrot seinastu árini.
Tribal House er house-tónleikur við djúpum trummum, organiskum percussión og hevur røtir í siðbundnum afrikanskum rytmum.
Afro Tech sameinir heitar afro-rytmur við myrkum, hypnotiskum og framkomnum elektroniskum ljóði.
3-Step er ein nýggj og vaksandi sjangra úr Suðurafrika, kend fyri sín sermerkta trý-stiga rytmu.
Amapiano er eisini úr Suðurafrika og hevur tikið dansigólv kring allan heim við sínum mjúku klaverljóðum, djúpu bassum og avslappandi grooves.
Afrobeat er ein breiður popputtur tónleikastílur úr Vesturafrika, fullur av fangandi rytmum, melodiðum og smittandi orku.
Felags fyri allar hesar sjangrurnar er, at tær seta rytmu, rørslu og felagsskap í miðdepilin. Tað er tónleikur, sum tú ikki bara hoyrir, men merkir í kroppinum. 🔥🕺🏾💃🏾
MABINTI er keypmannahavnari og DJ við vestafrikanskum og balkan røtum. Hennara afrikanski arvur hevur givið henni íblástur til ljóðið og endurspeglar hennara djúpa kærleika til kjarnuna í Afro House.
Eyðkenni í MABINTI’sa DJ settum er tey melodisku elementini úr Tribal House, Afro Tech, 3-Step, Amapiano og Afrobeats.
Fyri hana snýr tað seg um at skapa samband og at savna fólk saman gjøgnum hennara afro-rútmiska alheim, har frælsi flytur seg ígjøgnum hvørt slag og andin kann reika villur, kanna djúpar kenslur og finna gleði í hvørjari rørslu.
Ger teg kláran at røra mjadnarnar, meðan MABINTI leiðir teg á eina upplyftandi andaliga ferð við sambandi til bæði forfedrarnar og framtíðina.
https://soundcloud.com/mabinti
JVNTOR & TRYGVII Sparka kvøldið í gongd og hita dansigólvið upp á kókipunktið.
https://soundcloud.com/jan-t-rhe-insson
https://soundcloud.com/trygvi-rasmussen