Maður:Glotti
Bólkurin er staðsettur í Føroyum og í Danmark og vit kenna væl Dennis Agerblad frá queer umhvørvinum og Terja Krsossteig frá blues umhvørvinum, so hetta er ein sera vít fevnandi duo.
Nýggja útgávan STEV hevur nýliga fingið góð skotsmál í Kvørnin hjá KVF og stakløgini “Eg sigi ja”, “Tango”, “Av nýggjum” og”Tú spurdi meg” hava verið nógv at hoyra á KVF seinasta hálva árið.
Terji Krossteig syngur og spælir gittar
Dennis Agerblad syngur og spælir kaospad, umframt ymiskar “funnar lutir”.
Við sær á pallin hava teir Heðin Ziska Davidsen á alsins synthar, og Kristin Nolsø Bech á bass