Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
20. februar 2025 kl. 19:30 - 19:31
Prísur
DKK 195

Mann jagstrar eitt beist og handtekur eitt menniskja (DK)

Høli: Høllin
Longd: 110 min. (við steðgi)

Hann hevur sæð myrkastu síðurnar av samfelagnum og hevur staðið fyri at kanna nógv sera trupul drápsmál, bæði í Danmark, Grønlandi og í Føroyum.

Kom og lurta eftir ein av gløggastu og mest royndu kanningarleiðarunum í Danmark, Bent Isager-Nielsen, sum fer at siga frá arbeiði sínum hjá løgregluni, har hann hevur verið í starvi í 44 ár, og um týdningin av at minnast til, at tú jagstrar eitt beist, men handtekur eitt menniskja.

Við hollu vitanini og innlitinum brúkar hann sínar drúgvu royndir í sambandi við viðkomandi mál, bæði her á landi og í útlondum. Eisini fer hann at greiða frá einum máli í 1994, sum byrjaði sum eitt drápsmál, men endaði sum okkurt heilt annað.

Bent Isager-Nielsen fer eisini at greiða frá, hvussu nógv talið á morðum er minkað seinastu árini, men tíverri ikki, tá talan er um konufólkmorð. Hví so er, fer Bent Isager-Nielsen at tosa um út frá sínum royndum á økinum. Harumframt fer hann at tosa um nýggjastu tøknina hjá løgregluni, t.d. DNA og aðra tøkni, og hvussu tøknin er ment við árunum.

Hóast evnið er álvarsamt, er Bent Isager-Nielsen tíbetur eisini skemtiligur. Stundir vera eisini til spurningar.

Um Bent Isager-Nielsen
Hann hevur verið knýttur at Ferðaliðinum hjá donsku Ríkisløgregluni – sum vit kenna sum Rejseholdet – í 22 ár, løgreglustøðini á Frederiksberg í fleiri umførum, hjá løgregluni í vestara býarpartinum í Keypmannahavn í 8 ár, bakmandsløgregluni og politistøðini í Norðursælandi. Hann hevur staðið á odda fyri kanningini av sera nógvum og mangan nógv umrøddum brotsmálum, umframt at hann hevur havt yvirskipaðar uppgávur bæði á virkisstigi eins og á strategiskum stigi í leiðslu, samskifti, miðling og bygnaðarmenning. Í dag starvast hann sum ráðgevi, fyrilestarhaldari, sjónvarps- og podvarpsvertur og skeiðsleiðari.