Í hansara komandi vetra-og várkonsertferð verður eisini møguligt at hoyra Marius spæla á OY saman við síni bólki. Hansara staklag “Dancing Lessons” er í løtuni á A-listanum hjá størstu norsku útvarpsstøðini, og fyrr í ár varð heitislagið av albuminum eisini spælt í KVF.
Í 2024 hevði Marius eina røð av útseldum konsertum í Noregi, ið eisini vísir hansara vaksandi popularitet.
Fyri nøkrum árum síðani vitjaði hann í Føroyum, har hann samstarvaði við føroysku tónleikararnar Marius Ziska, Benjamin Petersson og Allan Tausen –eina uppliving, hann minnist við gleði.
Nú, tá ið føroyski tónleikarin Oddur Joensen er vorðin partur av hansara bólki, heldur Marius, at hetta er rætta løtan at venda aftur og deila sín tónleik við føroyingar.
Køkurin í OY er opin 11.30 – 20.00.
Bílegg atgongumerki her fyri at tryggja tær pláss.