Marius Ziska hevur verið nógv at hoyrt á føroysku tónleikafestivalunum, og í fjør spældi bólkurin tríggjar útseldar konsertir í Norðurlandahúsinum saman við Føroya Symfoniorkestri.
Tónleikararnir, ið fara at manna bólkin Marius Ziska á konsertini á Reinsarínum, eru Hans Marius Weihe Ziska, Heðin Ziska Davidsen, Magnus Johannesen, Kristoffur Mørkøre og Jan Rúni Poulsen.