Høli: Skálin
Longd: 45 min
Tú mást hava festivalpass til tiltakið
Dugir tú at ímynda tær at vera ein skjótihurð, sum letur upp og aftur fyri fólki, ella at trilla runt sum ein innkeypsvognur á hjólum? Hetta ljóðar púra ørt – men tað er júst hetta, vit fara at gera!
Market er skemtilig og samvirkin verkstova, har tú saman við øðrum børnum sleppur at gerast partur av sjopping og forbrúki – tó uttan at keypa nakað. Vit fara at spæla, at røra okkum og at nýta hugflogið til at spæla, at vit eru ymiskt, sum vit vanliga bert síggja í einari handilsmiðstøð. Kanska verður tað bara heilt stuttligt at standa í kø?
Vit fara saman við listabólkinum Other Spaces at gera okkum til alt møguligt, eitt nú til skjótihurð, innkeypsvogn og annað við bert at nýta einføld kynstur. Tað verður so stuttligt! Kanska fara vit eisini at fáa hugskot til, hvussu vit kunnu hava ein øðrvísi hugburð til allar okkara lutir?
Vár Bech Árting týðir verkstovuna úr enskum til føroyskt.
Listafólk: Hanna Heino og Sanni Priha
Other Spaces
Other Spaces er finskt listasamfelag, sum síðani 2004 hevur fingist við kollektivar kropsvenjingar. Venjingarnar lata upp til “nakað meir”, og leita fram nýggjar øðrvísi mátar at sansa og at vera til.
Við at nýta einføld kynstur býður Other Spaces okkum inn í ein heim, har kroppur og hugflog koma saman. Seinastu 20 árini hevur bólkurin ment omanfyri 200 venjingar, sum eru vístar á ymiskum sýningum og verkstovum – í Finnlandi og í fleiri øðrum londum kring heimin.
Verkstova verður:
Ley. 29. mars, kl. 11.00
Ley. 29. mars, kl. 12.00
Ley. 29. mars, kl. 14.00
Sun. 30. mars, kl. 15.00
Sun. 30. mars, kl. 11.00
Sun. 30. mars, kl. 12.00
Sun. 30. mars, kl. 14.00
Sun. 30. mars, kl. 15.00
Tiltakið er partur av barnafestivalinum Frítt Flog – Rimmarland.