Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
14. februar 2025 kl. 17 - 23

Matstovudagar 2025

Frá mánadegnum 10. februar til og við sunnudagin 16. februar 2025 bjóða níggju matstovur í Havn inn til forkunnuga og forvitnisliga matskrá fyri niðursettan prís.
Á Matstovudøgum hevur tú møguleika at royna nakrar av bestu matstovunum í Havn fyri ein betri prís. Allar luttakandi matstovur bjóða tríggjar rættir fyri einans 350 kr. fyri hvønn.
Gerið tykkum til reiðar at bíleggja borð, tá bókingarskipanin letur upp hósdagin 30. januar kl. 12.
Vel millum níggju matstovur, bíleggið pláss á matstovudagar.fo, og etið tykkum mett á tykkara yndis matstovu fyri einans 350 kr.
Hetta er eitt gott høvi at royna nýggjar matupplivingar, sum tit annars ikki høvdu givið tykkum far um.
Les meira á www.matstovudagar.fo