Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
26. oktober 2025 kl. 17 - 20
Hvar
Altjóðahúsið
Prísur
Ókeypis atgongd

Matverkstova: Matur úr Brasilia

Á fjølmentanarvikuni verður forvitnislig matverkstova við Valkyriu Lucia. Tú fert millum annað at læra, hvussu tú kanst gera kenda rættin »Virado a paulista«. Verkstovan endar við, at allir luttakararnir njóða tann góða matin saman.

Verkstovan verður hildin í “Heinesens hjalli”, ið er hugnaliga húsið aftanfyri Altjóðahúsið.

Avmarkað pláss.

Aldursmark fyri luttøku er 15 ár.

Melda til verkstovuna við at trýsta á tilmeldingarknøttin og harvið senda okkum ein teldupost til fjolmentan@gmail.com.

Minst til at viðmerkja »Verkstova, Brasilia« og títt navn og telefonnummar í teldupostinum.