

Á fjølmentanarvikuni verður forvitnislig matverkstova við Ellu Jacobsen. Tú at læra hvussu tú kanst gera filipinskar rættir og borðreiða ” Filipinian boodle fight”. Verkstovan endar við at allir luttakararnir njóða tann góða matin saman.
Verkstovan verður hildin í “Heinesens hjalli” ið er hugnaliga húsið aftanfyri Altjóðahúsið.
Pláss er fyri tólv luttakarum.
Aldursmark fyri luttøku er 15 ár.
Melda til verkstovuna við at trýsta á tilmeldingarknøttin og senda okkum ein teldupost til fjolmentan@gmail.com.
Minst til at viðmerkja »Filipinsk verkstova« og skriva títt navn og títt telefonnummar í teldupostinum.