Loading Events
Nær
20. februar 2026 kl. 16 - 21. februar 2026 kl. 16
Hvar
Norðurlandahúsið
Prísur
DKK 75

Merk Rúmdina

Høli: Høllin
Longd: 60 min.

Gev gætur: Tú kanst uppliva Merk Rúmdina sum luttakari, har tú verður drigin upp, ella sum áskoðari. Sum áskoðari hevur tú ókeypis atgongd og kanst verða verandi, so leingi tú hevur hug til.

Kundi tú hugsað tær at sveimað runt í rúmdini sum ein veruligur rúmdarfari? So er hetta nakað fyri teg!

Í Merk Rúmdina kunnu bæði børn og vaksin uppliva, hvussu tað er at vera tyngdarleysur og at vitja eina fjarskotna gongustjørnu.

Her fært tú rúmdarbúna, VR-brillur og klintriselar, og saman við dansifelagnum Sparrow Dance verður tú send/ur á eina ferð, har tyngdarkraftin næstan hvørvur. Tú fert at sveima, skreiða og røra teg gjøgnum ein gandakendan alheim við ljósi, ljóði og myndum, sum beinleiðis reagera upp á teg.

Men fyrst byrjar upplivingin við einari poetiskari, tyngdarleysari dansiframførslu, sum setur dám á tiltakið og bjóðar tær út í rúmdina.

Síðan verða 5-6 luttakarar leiddir gjøgnum sína heilt egnu rúmdarferð. 

Aldursbólkur: úr 8 ár
G.G. Klintriselarnir hóska best til teirra, ið viga í mesta lagi 85 kg.

Framførslur eru hesi tíðspunktini
Fríggjadagur 20. februar kl:
16.00
17.00
18.00

Leygardagur 21. februar kl:
10.00
11.00
12.00
16.00
17.00
18.00

Sunnudagur 22. februar kl.:
13.00
14.00
15.00

Merk Rúmdina er ein sansauppliving til alla familjuna ‒ ein blandingur av list, rørslu og ævintýr, sum vekur forvitni, dirvi og hugflog. Her fært tú eina hugmynd av, hvussu heimurin kanska sær út frá einari aðrari gongustjørnu.

Merk Rúmdina hevur frumframførslu í Norðurlandahúsinum.

Framleitt hevur palllistafelagið Sparrow Dance Koncept
Koreografi: Esther Wrobel
Dansarar/miðlan: Esther Wrobel, Tanya Montan Rydell
Ljóðlist: Yann Coppier
Filmslist: Eva Esmann Behrens
VR: The Animation Workshop og Khora: Virtual og Augmented Reality Studio