Loading Events
Nær
03. oktober 2025 kl. 19 - 19:01
Hvar
Norðurlandahúsið
Prísur
DKK 50 – 100

Monologar (FO)

Støða: Útselt
Høli: Klingran
Longd: 60 min.

Kom og uppliv eina heilt serliga løtu, tá fimm av okkara sjónleikarum stíga á pall við sínum yndismonologum.

Á skránni verður alt frá klassiskum monologum til samtíðarmonologar – og eisini nýskrivaðir føroyskir monologar.

Hetta verður ein løta full av styrki, nærleika og kenslum, har hvør leikari gevur sínum tekstum lív og ger hvørja framførslu til eina heilt serliga uppliving.

Hesir monologar verða framførdir:

Hjálmar Dam framførir monolog úr leikinum Havfrúgvin eftir Jóannes Nielsen.
Maðurin hugleiðir um ymist hann hoyrdi og tók til sín sum barn, eitt nú hvussu mamman segði frá um mánan, ið lýsir yvir Nólsoyarfjørð, og speglar eina gylta gøtu eftir sjónum. 

Kristina Sørensen Ougaard framførir brot úr leikinum Prima Facie eftir Suzie Miller.
Tessa – ein kvinnuligur sakførari, sum hevur bygt sína lívsleið upp á trúnna á lóggávu og rættvísi. Men tá hon sjálv verður fyri einum harðligum broti, verður hon noydd at síggja sannleikan: At rættarskipanin, hon hevur tænt, ikki verjir øll líka.

Marita Dalsgaard framførir verjurøðuna hjá Antigone, úr griska harmaleikinum eftir Sofokles.
Sofokles skrivaði harmaleikin uml ár 440 á.o.t. Antigone brýtur lógina, tá hon fer út um býarmúrin at jarða falna beiggja sín, ið doyði undir álopi á Theben. Fyri hetta brotsverk verður Antigone dømd til deyða.

Ria Tórgarð framførir leikin Ljósareytt eftir Judith Thompson.
10 ára gamla Lucy situr við opnu kistuna hjá barnagentu síni, Nellie, ið er skotin til deyðis undir eini mótmælisgongu í Soweto.  Lucy skilir ikki, hví Nellie gavst at syngja fyri henni og at baka ljósareyðar køkur til hennara, og ístaðin valdi at stríðast ímóti Apartheit og fyri betri korum fyri tey littu í Suður Afrika.

Geir á Lofti framførir monologin Magnus, sum hann sjálvur hevur skrivað.
Magnus býr í Koltri, og verður ásttikin í ríku bóndadóttrini í Hesti. Fyri at hitta unnustuna, svimur hann um sundið úr Koltri til Hests. Men eitt kvøldið stendur pápi unnustuna fyri honum á klettinum og forðar honum at koma á land. Magnus verður noyddur at venda við og royna at svimja langa og strævna túrin heim aftur.