Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
09. november 2025 kl. 16 - 16:01
Hvar
Føroya Fólkaháskúli
Prísur
DKK 1.800

Nátturugrundað heilsufremjan

Vikuskiftisskeið í náttúrugrundað heilsufremjan

á Føroya Fólkaháskúla

Dato 7-9 Novembur

Í okkara modernaðu tíð, har ið nógv av okkum hava flutt okkum burtur frá náttúruni, er nú møguleiki at koma saman, til fjølbroytta skrá í vakra og hugnaliga umhvørvinum í og rundanum Føroya Fólkaháskúla í hjartanum í Havn.

Frá fríggjadag til sunnudag eru vit saman um at uppliva/brúka náttúruna á ein annarleiðis hátt, enn vit eru von við. Vit gera ymiskar útivenjingar, fáa staðkenda vitjan og frásøgn. Vit sova og eta á háskúlanum, umframt at vit uppliva náttúruna við øllum sansum.

Hetta kanst tú vænta á skeiðinum:

  • Kropsterapeutiskar venjingar
  • Andadrátsvenjingar
  • Sansavenjingar
  • Nærveruvenjingar
  • Kreativar venjingar
  • Undirvísing
  • Sitspots
  • Havdypping (valfrítt)
  • Skýmingarløta við Nada – oyra-akupunktur (valfrítt)
  • Bál og bálhugni
  • Staðkenda mentunarliga frásøgu
  • Gista tvær nætur
  • Allar máltíðir eru íroknaðar