

Nóllywood 2025
Síðani summarið 2010 hevur filmsummarskúlin Nóllywood verið afturvendandi tiltak. Nóllywood er eitt filmsskeið fyri ung í aldrinum 14 til 18 ár.
Luttakararnir búgva og arbeiða saman í heili nýggju dagar á lítlu oynnu Nólsoy, stutt eystanfyri Tórshavn. Tey fáa teoretiska og praktiska frálæru í filmsgerð og møguleikan at gera smáar filmar í felag og enda við einari størri verkætlan við royndum leikarum. Ikki minst verða sterk vinabond knýtt hesa vikuna, ið sæst aftur í samstarvum tey skapa, eftir Nóllywood er lokið.